tirsdag den 3. december 2019

Ung og arbeiði




Í Føroyum eru nógv ung sum arbeiða. Vit, ið hava fjølmiðlar á skúlanum á Giljanesi hava hugt nærri at hesum.Vit hava givið næminginum í 8 og 9 flokki spurnarbløð.


28 av 48, sum vóru í skúla hava arbeiði, 9 av 28 børnum dáma ikki lønina tey fáa , 6 av 28 børnum siga at arbeiði ávirkar skúlagongdina, 10 av 28 dáma ikki sítt arbeiði.


Ein fær nakað burturúr arbeiði og onnur fáa ikki so nógv burturúr arbeiði, tá ein er ungur og gongur í fólkaskúla.


Ein kann fáa nakað burturúr at arbeiða eitt sindur. Ein lærir at handfara pening og átaka sær ábyrgd. Tað er ofta handilsarbeiði tey ungu gera. Hetta er við til at menna ung/tannáringar. Tað er ein góð kensla at merkja, at ein hevur brúk fyri einum og at ein ger mun. Tað mennir ein. Um ein arbeiðir 15 tímar um vikuna, eru tað fleiri, ið megna at fáa karakterirnar í skúlanum betur og ábyrgdarkenslan veksur.


Tað eru eisini ung, ið ikki megna at arbeiða og ganga í skúla. Tað eru ofta tey, ið arbeiða meiri enn 15 tímar um vikuna, sum síggja, at karakterirnir falla og at tiðin til lektier ikki røkkur til. Tað sæst, um ein hevur ov nógv at gera og koma í støður tey ikki eru von at vera í.


Gransking vísir, at eitt arbeiði sum oftast hevur góða ávirkan í lívinum á einum tannáringi. Ein skal tó ansa eftir, ikki at arbeiða ov nógvar tímar um vikuna.


Tað eru ikki øll, ið klára at hava eitt arbeiði, so man skal altíð spyrja seg sjálvan, um man klárar at ganga í skúla og hava arbeiði.